Innanlands

Ferðslan í miðbýnum órógvað av trygdarfyrireikingum

Í kvøld byrjar Tórshavnar kommuna at seta upp vegforðingarnar í samband við ólavsøkuna, og á middegi í morgin verður miðbýurin stongdur heilt. Ólavsøkurenningin og Pride ávirka eisini ferðsluna ymsastaðni

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

2021-07-27 16:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu fyrireikingarnar til ólavsøkuna 2021 eru í gongd, og í kvøld byrjar Tórshavnar kommuna at seta upp vegforðingarnar í miðbýnum.

Hetta hevur við sær, at bilførarar kunnu vænta, at ferðslan verður órógvað í pørtum av miðbýnum, meðan arbeiðið fer fram.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari. Kunnað verður eisini um, at á middegi í morgin, 28. juli, verður miðbýurin stongdur heilt.

[object Object]

Ólavsøkurenningin er á skránni í kvøld, og tað merkir, at millum 18 og 20 í kvøld er Mylnugøta einvegis, og Skálatrøð og økið undir Bakka og oman til Vágsbotn er stongt fyri ferðslu. Hetta vísir myndin omanfyri.

Faroe Pride-rekkjukoyring verður eisini, ferðslan verður nakað tarnað, tá komið verður aftur til høvuðsstaðin áleið klokkan 18. Leiðin framvið úti á Gøtu, oman Løgmannabreyt, eftir Vegnum langa, oman Sundsveg, framvið Norðurlandahúsinum og eftir Marknagilsvegnum, yvir um brúnna til Argir, oman Traðargøtu og Støðlagøtu, framvið Eikini og Landssjúkrahúsinum, oman Jóanesar Patursonargøtu og steðga so eina lítla løtu í Steinatúni. Tá bilarnir koyra viðari úr Steinatúni umleið kl. 19 er Pride-rekkjukoyringin liðug. 

Til ber annars at kunna seg nærri um ferðslu- og parkeringsviðurskiftini á ólavsøku á síðuni hjá Tórshavnar kommunu, sum eitur "Ólavsøka 2021"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder