Innanlands

Ferðslan á Kambsdali tarnað – skulkidagur í dag

Bilførarar skulu rokna við, at tað tekur longri tíð at koma fram við miðnámsskúlanum í morgun

(Savnsmynd úr Havn)

(Savnsmynd úr Havn)

2025-05-05 07:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólk, sum skulu koyra gjøgnum Kambsdal í morgun skulu rokna við seinkingum.

Skulkidagur er á miðnámsskúlanum í dag, og næmingarnir eru farnir út á landsvegin at órógva ferðsluna.

Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir í morgun, og patrúljur eru sendar avstað fyri at fáa glið á ferðsluna, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder