Innanlands

Ferðavinnuætlan fyri Nólsoy til hoyringar

Áðrenn upskotið skal viðgerast politiskt hava allir partar møguleikar at siga sína hugsan um ætlanina

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-09-10 13:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tvey árini hevur arbeitt við at gera eitt uppskot til eina ferðavinnuætlan fyri Nólsoy. 

Tað er Visit Tórshavn, sum hevur staðið fyri arbeiðinum og hevur í tilgongdini havt nógvar samrøður við nólsoyingar og hevur millum annað skipað fyri evnisdegi í Nólsoy um ferðavinnuna, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Uppskotið, sum mælir til 23 ymisk átøk, skal til politiska viðgerð, men áðrenn tað fer fram, fáa allir viðkomandi partar møguleika at siga sína hugsan um ætlanina.


Tað ber til at gera tað her

Ætlanin kann síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder