Innanlands

Ferðafólk øtast um dálking í føroyskari á

Tey høvdu glett seg til at fiska í Hvalvík

2018-07-31 09:42 Author image
Ari av Rana

Tað var ein heldur syrgilig sjón, sum fólk við tráðu í hond møttu, tá tey komu til Hvalvíkar ólavsøkuaftan. Á facebookbólkinum “Flyfishing in the Faroe Islands/Fluefiskeri på Færøerne”, skrivar ein at hann júst var komin aftur úr Hvalvík, har áin var sera illa dálkað.

Í uppslagnum stendur at lesa, at viðkomandi var farin at fiska saman við beiggja sínum, og at hesir eisini møttu onglendingum, sum eisini ynsktu at fiska í Hvalvík. Men áin var sera illa dálkað av olju.

- Har stinkaði av diesel og og stórir dieselblettir fóru flótandi við streyminum. Har var eingin fiskur og gestirnir vóru týðiliga skuffaðir.

Skrivað verður á bólkinum, at nógv verður gjørt fyri at marknaðarføra Føroyar sum “The Last Paradise on Earth”, men at tað er skammiligt, at dálking er á finna so nógvastaðni kring oyggjarnar.

placeholder
placeholder