Uttanlands

FE: Russland fer at økja um síni hybridu álop

Tað kann ikki longur vísast aftur, at Russland fer at leypa á Nato-lond, sum liggja upp at russiska markinum.

FE-ovastin, verjumálaráðharrin og verjuovastin á tíðindafundi í Keypmannahavn fyrrapartin (Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

FE-ovastin, verjumálaráðharrin og verjuovastin á tíðindafundi í Keypmannahavn fyrrapartin (Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

2026-09-24 10:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fregnartænastan hjá donsku verjuni, FE, metir, at Russland hesar komandi mánaðirnar fer at økja um sítt hybrid-kríggj við “fleiri álopum” á vestanlond og Nato. “Við størri avleiðingum fyri tey raktu londini enn fyrr”.

Hetta kemur fram í nýggju metingini frá FE um hóttanina úr Russlandi, sum varð kunngjørd á tíðindafundi á Kastellinum í Keypmannahavn fyrrapartin.

- Hetta kann til dømis vera oyðileggjandi telduálop við álvarsligum avleiðingum fyri samfelagstænastur og við vanda fyri at fólk kunnu koma til skaða, metir fregnartænastan hjá verjuni.

Á tíðindafundinum segði Jeppe Bruus, verjumálaráðharri, at “støðan er álvarslig, og verður tikin í størsta álvara”.

- Tað er tí, at vit standa her í dag. Vit leggja fram metingina, tí tað er týdning við opinleika, segði Jeppe Bruus, sambært Ritzau.

Í FE-metingini stendur eisini, at tað er ein “lítil, men vaksandi vandi fyri, at Russland fer at fremja avmarkað hernaðarlig álop móti einum ella fleiri Nato-londum, sum hava mark til Russland”.

- Tað er ikki sannlíkt, at Russland fer at gera eina veruliga innrás, men vit kunnu ikki vísa hesum aftur, sigur Thomas Ahrenkiel, FE-ovasti.

At hetta ikki kann vísast er nýtt, vísir FE-ovastin á.

Nýggja metingin av hóttanini frá Russlandi er ikki viðkomandi fyri Grønland og Føroyar, vatð sagt á tíðindafundinum í dag.

Tað er bert ein góð vika síðan, at ein russisk fregat, skjeyt tvær neyðrakettir móti eini danskari tyrlu í altjóða sjógvi út fyri Gedser. FE metir, at talan var um ‘óprofessionellan atburð” frá russiskum herfólkum umborð á fregattini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder