Mentan

Faustix á Summar Festivalin

Hann er danskur DJ og framleiðari. Borgarliga navnið er Morten Brangstrup Olsen, og hevur hann havt ávísan viðveind seinastu árini

Fautix er nýggjasta navnið til ársins festival og eitt av teimum heitu innan elektroniskan tónleik (Mynd: Summar Festivalurin)

Fautix er nýggjasta navnið til ársins festival og eitt av teimum heitu innan elektroniskan tónleik (Mynd: Summar Festivalurin)

2024-04-04 13:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

-Hann er er DJ og framleiðari. Hann hevur útgivið egnan tónleik og remixað tónleik hjá øðrum. Og hann hevur hittað bæði heima í Danmark og úti í heimi – eitt nú í USA, har staklagið "Revolution" seldi so væl, at tað fekk gull-viðurkenning.

Soleiðis lýsir Summar Festivalurin Fautix. Hetta er nýggjasta navnið til ársins festival og eitt av teimum heitu innan elektroniskan tónleik.

Faustix er dani. Hann hevur útgivið tónleik síðani 2010, og serliga seinnu árini hevur hann veruliga havt undanvind. 

Fautix hevur framleitt tónleik saman við summum øðrum tónleikarum. 

Summar Festivalurin skrivar, at hann eisini er kendur frá sjónvarpsrøðini "The Olsens". Tað er ein sonevnd reality-røð, har fylgt varð við lívinum hjá Faustix, sum hevur borgarliga navnið Morten Brangstrup Olsen, og konuni Irina Olsen, sum er kendur influensari.

Summar Festivalinum verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder