Innanlands

Avtaka grundstykkjalistan í Klaksvík

Hetta fyri skal verða lættari at fáa fatur á kommunalum grundstykkjum til sethúsabygging. 20 tøk kommunal grundstykki verða boðin út mánadagin 1. september á middegi, og listing verður dagførdur fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánaði

- Verandi leistur við sølu av grundstykkjum hevur verið óneyðuga drúgvur umsitingarliga, og tað ger, at tað ofta tekur langa tíð at koma ígjøgnum bíðilistan, tá grundstykkir verða útlutaði, staðfestir kommunan (Mynd: klaksvik.fo)

- Verandi leistur við sølu av grundstykkjum hevur verið óneyðuga drúgvur umsitingarliga, og tað ger, at tað ofta tekur langa tíð at koma ígjøgnum bíðilistan, tá grundstykkir verða útlutaði, staðfestir kommunan (Mynd: klaksvik.fo)

2025-08-27 19:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Verandi leistur við sølu av grundstykkjum hevur verið óneyðuga drúgvur umsitingarliga, og tað ger, at tað ofta tekur langa tíð at koma ígjøgnum bíðilistan, tá grundstykkir verða útlutaði.

Hetta viðurkennir Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari, í sambandi við at kommunan nú hevur gjørt eina broyting í tilgongdini at útvega borgarum grundstykki.

Eitt politiskt ynski hevur verið um, at tað skal verða lættari at fáa fatur á kommunalum grundstykkjum til sethúsabygging. Og tey, sum eru til reiðar at fara undir bygging, í størri mun hava møguleikar at tryggja kommunalt grundstykki

Nýggj søluskipan

Listin yvir tøk grundstykkir, verður í nýggju skipanini dagførdur fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánaði kl. 12.00 (um annað ikki er fráboðað). Harvið fáa øll kunning um tøk grundstykkir samstundis.

- Áhugaður keypari kann velja eitt grundstykki, ið er tøkt, og senda umsókn um at keypa tað. Hetta skal gerast umvegis frymil/oyðublað inni á tí einstaka grundstykkinum á heimasíðuni. Tað ber ikki til at søkja um grundstykki við at ringja ella senda teldubræv til kommununa.

Í løtuni eru 20 tøk kommunal grundstykkir tøk í Klaksvík. Hesi verða boðin út nú mánadagin 1. september kl. 12.00, tá ið skipanin verður tikin í nýtslu.

Talan er um átta grundstykki Millum Hjalla, ellivu Undir Fossum og eitt Undir Klakki.

Kunningarskriv um hesa broyting er send øllum teimum, sum hava staðið á grundstykkjalistanum, kunnar Klaksvíkar kommuna um. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder