Innanlands

Fagrar ætlanir uttan konkret lyfti

- Men ábendingar vóru í løgmansrøðuni um, at samstarvið við Russlands kanska verður slitið

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-29 13:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri lyfti um betringar á fleiri økjum vóru við í setanarrøðuni hjá Aksel V. Johannesen, tá hann setti løgtingið í dag, ólavsøkudag.

Men ítøkiligu lyftini vóru fá. Vit fingu at vita á hvørjum økjum vit kunnu vænta, at lógaruppskot verða løgd fram í komandi tíðum, men lítið og einki um innihaldið.

Yvirskipaða evnið í røðuni var javnvág. Við myndini av vektarmonnunum í Vektarhúðini á Tinganesi gjørdi løgmaður greitt at tað eru fleiri øki, sum ikki hava røttu javnvágina, og at ætlanin hjá landssstýrinum er, at javnvág skal finnast á hesum økjum.

Egnan verju- og trygdarpolitikk

Av nýggjheitum hoyrdu vit eitt nú, at ætlanin er at leggja fram uppskot um føroyskan verju- og trygdarpolitikk.

- Avgerðir á hesum økjum skulu ongantíð takast uttan um okkum. Tí tað er okkum, tað snýr seg um, segði løgmaður og legði afturat:

- Politikkurin skal byggja á, at Føroyar eru partur av vesturheiminum og samstarva við NATO. Eg heiti á Løgtingið um at standa saman.

Tá tað snýr seg um Russland, og fiskivinnusamstarvið við landið, sum fyri hálvumøðrum ári leyp á Ukraina, heldur ikki konkretur, tí hann segði ikki annað um fiskivinnusamstarvið enn, at “í heyst verður greitt, hvat skal henda í 2024”

- Avgerðin kann ikki grundast á búskaparatlit

Men millum linjurnar í røðuni kundi lesast, at tað kanska ikki er nøkur sjálvfylgja, at avtalan heldur fram. Tí avgerðin ikki bara kann grundast á búskaparlig atlit.

Orðini fullu soleiðis:

- Hvussu skulu vit fyrihalda okkum til Russland, sum hevur gjørt hesi fólkini til flóttafólk? Sum hevur bumbað fleiri býir í Ukraina til skerv og dripið túsundavís? Sum hevur skeiklað javnvágina í Evropa?

- Er tað menniskjansligt og moralskt rætt at samstarva við eitt land, ið fremur slíkar illgerðir og brýtur bæði fólkarætt og altjóða lóg?

- Landsstýrið vigar í løtuni samstarv okkara við Russland. Í heyst verður greitt, hvat skal henda í 2024.

- Sama hvør avgerðin verður, kann hon ikki bara grundast á búskaparlig atlit. Tað, sum kann tykjast skynsamt í dag, nýtist ikki vera tað besta í longdini. Javnvágin kann skjótt skifta. Vit mugu eisini hava moralsk og menniskjanslig atlit við.

- Frú forkvinna – tað mugu vit altíð. Eisini í støðu okkara í heiminum sum heild. Vit skulu taka ábyrgd.

Tá tað kemur til íløgur í samferðslukervi, kundi løgmaður fegnast um, at koyrast verður til Sandoyar um ársskiftið, og til Famjins og Norð um Fjall næsta ár. Tunnilin til Dals verður skotin í gjøgnum í ár, og næsti tunnil, sum farið verður ígongd við, er tunnil til Tjørnuvíkar.

Onki lyfti um Suðuroyartunnil

Viðvíkjandi Suðuroyartunnlinum kom onki lyfti. “Forkanningarnar til suðuroyartunnilin verða lidnar í 2024. Tá taka vit støðu til, hvussu farast skal fram”, segði løgmaður.

Um strandferðsluna segði hann, at flotin má endurnýggjast, og at forarbeiðið er gjørt. Málið er at skipini verða bygd í Føroyum og nýta grøna orku.

Tá tað kemur til almennar byggiætlanir, so er tað kanska vert at leggja merki til, at ætlanin um kampus á Fróðskaparsetrinum ikki varð nevnt í løgmansrøðuni. Hinvegin varð ætlaða Tjóðleikhúsið nevnt. Løgmaður minti á, at fýra milliónir eru settar av til ætlanina, og at næsta stigið nú er at fáa fíggingina upp á pláss – bæði ta føroysku og útlendsku. Ætlanin er nevniliga, at grunnar, bæði føroyskir og útlendskir, skulu vera við til at fíggja Tjóðleikhúsið.

Um skjótast vaksandi vinnuna fyri tíðina, ferðavinnuna, var løgmaður stuttorðaður. Hann lovaði, at nógv væntaða uppskotið um gongd í haga verður lagt fram í vetur, men um innihaldið segði hann einans, at lógin skal tryggja føroyingum ókeypis atgongd til náttúruna, at virksemið skal skipast í samljóð við náttúruna og at hetta skal gerast í virðing fyri teimum, sum varða av jørðini.

Aðalorðaskifti um røðu løgmans á ólavsøku kemur til aðalorðaskiftis á løgtingi mikudagin 2. august. 

Løgmansrøðan kann lesast í fullari longd her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder