Fríggjakvøldið 3. juli verður Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um forkunnuga fagnaðarkonsert fyri Stanley Samuelsen.
Stanley og summir av okkara allar bestu sangarum koma at framføra sangir, sum Stanley hevur givið út.
Jóhannus á Rógvu Joensen, Kim Hansen og Jósva Debes manna orkestrið, ið syrgja fyri at tónleikurin fær best møguligu viðferð.
Løgini hjá Stanley eru við tíðini blivin fólkaogn í Føroyum. Stanley Samuelsen fylti 30. april 75 ár, umframt at hann eisini fekk handaðan ársins tónleikaheiður á ársins FMA.
Tí frøast vit um, at vit hava møguleikan at fagna honum í heimstaðnum Fuglafirði.
Fríggjakvøldið 3. juli 2026 kl 21:00 – dyrnar lata upp klokkan 20:00. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald