Innanlands

Færri kampingpláss enn vanligt

Umbyggingar í Klaksvík gera, at færri pláss eru tøk til kampingvognar enn vanligt. Summarfestivalurin hevur 160 pláss tøk

(Mynd: Kristian Eli Zachariasen)

(Mynd: Kristian Eli Zachariasen)

2025-07-14 11:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Summar Festivalurin hevur 160 pláss tøk til kampingvognar

Vanliga eru nógvir kampingvognar og bátar á Summar Festivali í Klaksvík. Roknað verður við, at soleiðis verður eisini í ár.

Summar Festivalurin boðar nú frá, at 160 pláss til campingvognar nú eru tøk. Plássini eru á fimm ymiskum økjum í býnum – í Klaksvíksgarðinum, á Stongunum, við Føroya Bjór, á stadionøkinum og við Norðborg.

Umbyggingar í býnum gera, at nakað færri pláss enn vanligt eru tøk í løtuni. Møguliga verða gjørligt at finna onkur einstøk pláss afturat seinni, siga fyriskipararnir.

Kampingplássini til Summar Festivalin 2025 verða sett til sølu týskvøldið kl. 21.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder