Uttanlands

Facebook niðri í stórum parti av heiminum

Túsundatals fólk kring allan heimin hava síðan klokkan 11 boðað frá, at trupulleikar eru við Facebook, Instagram og WhatsApp

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-04-14 12:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag verður boðað frá, at trupulleikar eru við sosialu miðlunum Facebook, Instagram og WhatsApp í stórum parti av heiminum.

Tað vísa fleiri heimasíður, m.a. Downdetector.

Allir sosialir miðlar, sum Facebook eigur, hava havt trupulleikar síðan klokkan 11 fyrrapartin.

Fleiri túsund fólk hava gramt seg um hetta í m.a. Danmark, Marokko, Ukraina, Filipsoyggjunum, Egyptalandi, Kanada og í Grikkalandi.

Enn er ikki greitt, hvat orsøkin er til hetta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder