Uttanlands

Facebook-nevnd útsett avgerð um Trump

21. apríl skuldi nevndin, sum Facebook hevur sett, taka støðu til, hvørt fyrrverandi amerikanski forsetin skuldi sleppa aftur á Facebook og Instagram, men tann avgerðin er nú útsett

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2021-04-18 13:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir álopið á Kongressina í januar varð nú fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump útihýstur av fleiri sosialum miðlum. Trump varð útihýstur frá Twitter og fyribils útihýstur av Facebook og Instagram.

Facebook hevur sett eina serliga nevnd, sum skal taka støðu til, hvørt Trump skal sleppa aftur á Facebook og Instagram ella ikki.

Upprunaliga var ætlanin, at nevndin skuldi taka eina avgerð 21. apríl, men nú verður boðað frá umvegis Twitter, at tað kann taka fleiri vikur afturat, áðrenn ein avgerð er tikin, skrivar Ritzau.

Tey fýra árini, Trump sat sum forseti, var hann ein íðin brúkari av sosialu miðlunum, serliga Twitter, men í januar varð hann útihýstur. Grundgevingin var, at hann hevði eggjað til harðskap í sambandi við álopið á Kongressina.

Lítið hevur sostatt verið at hoyrt frá Trump á sosialu miðlunum seinastu mánaðirnar, men í mars varð boðað frá, at Trump hevur ætlanir um at stovna sín egna sosiala miðil.

Tá nevndin hjá Facebook tekur eina avgerð í málinum, er hon endalig og bindandi fyri Facebook.

Les eisini: Trump hevur ætlanir um at stovna nýggjan sosialan miðil

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder