Uttanlands

Facebook bannar Trump í tvey ár

Fyrrverandi amerikanski forsetin varð bannaður í januar eftir álopið á Kongressina, og hann kann sleppa aftur á Facebook og Instagram, "um vandin móti almennu trygdini er av", sigur Facebook

Fyribils sleppur Donald Trump ikki aftur á Facebook og Instagram fyrr enn í januar 2023 (Savnsmynd)

Fyribils sleppur Donald Trump ikki aftur á Facebook og Instagram fyrr enn í januar 2023 (Savnsmynd)

2021-06-05 15:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir álopið á Kongressina í januar varð táverandi amerikanski forsetin, Donald Trump útihýstur av fleiri sosialum miðlum. Hann varð útihýstur av Twitter og fyribils útihýstur av Facebook og Instagram. Grundgevingin var, at hann hevði eggjað til harðskap í sambandi við álopið á Kongressina.

Óhefta nevndin, sum Facebook setti at gera eitt tilmæli um, hvørt Trump skuldi sleppa aftur á Facebook og Instagram, mældi í mai til at bíða við at loyva honum aftur á sosialu miðlarnar, og hevur Facebook tí avgjørt, at hann fær eitt tvey ára langt bann. Hesum boðaði Facebook frá fríggjadagin.

Tvey ára bannið er galdandi frá 7. januar í ár, og kann hann sostatt sleppa aftur á Facebook og Instagram í januar 2023. Donald Trump kann tó sleppa aftur fyrr, "um vandin móti almennu trygdini er av", sigur Facebook sambært Ritzau.

Um mett verður, at har framvegis er ein álvarsom hóttan móti almennu trygdini, kann bannið verða longt.

Sjálvur finst Trump at Facebook fyri hesa avgerðina, og heldur hann, at talan er um sensur.

– Hesum slagnum av sensuri áttu tey ikki at sloppið av stað við, sigur hann.

– Í síðsta enda vinna vit. Land okkara kann ikki longur tola hetta slagið av misrøkt.

Trump heldur fast við, at tað var valsvik, sum var orsøkin til, at Joe Biden nú hevur yvirtikið forsetaembætið, og er avgerðin hjá Facebook ein háðan móti teimum, sum atkvøddu fyri honum, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder