Uttanlands

Eysturríki koronakannar fólk á flogvøllinum

Fyri 1400 krónur fært tú eina koronatest og úrslitið innan tveir til tríggjar tímar

Johann Strauss-standmyndin í Stadtpark í Wien hevur eisini fingið andlitsmasku (Mynd: EPA)

Johann Strauss-standmyndin í Stadtpark í Wien hevur eisini fingið andlitsmasku (Mynd: EPA)

2020-05-05 10:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Yvir alt Evropa er tað vorðið truplari at fáa innferðarloyvi við landamørkini. Men nú hevur Eysturríki valt at gera tað eitt sindur lættari at koma inn í landið.

Í meira enn ein mánað hava øll ferðandi til landið skulu víst eina læknaváttan, ikki eldri enn fýra dagar, um at tey eru testað negativ fyri koronavirus. Uttan slíka váttan eru allir útlendingar vístir aftur, meðan eysturríkskir borgarar eru sendir 14 dagar í heimasóttarhald.

Men nú verður tað lættari at koma inn í landið, um so er, at ein kemur við flogfari til størstu floghavnina í landinum, Wien Schwechat.

Í gjár byrjaðu tey at bjóða eina snarkanning til øll ferðandi, sum koma til floghavnina.

Talan er um sokallaða PCR-test, har royndin verður tikin í gómanum. Tað kostar áleið 1.400 krónur at fáa eina slíka test, sum verður kannað á eini privatari starvsstovu. Eftir tveir til tríggjar tímar, kann úrslitið staðfestast.

Framvegis er eisini møguligt at koma við eini váttan fyri kanning gjørd heimanífrá.

Nýggja skipanin, sum fyribils bert er galdandi á hesi lufthavnini, er serliga ætlað útlendskum vinnufólkum og eysturríkarum, ið venda heim. Men skipanin er eisini varðislig roynd til spakuliga at lata landamørkini uppaftur – ikki minst fyri ferðafólkum.

Ferðavinnan, sum hevur stóran týdning fyri eysturríkska búskapin, er hart rakt av koronakreppuni.

Útlit eru til, at hotell og herberg í landinum skjótt kunnu lata uppaftur. Men um tað ikki verður latið upp fyri ferðandi úr útlandinum, nyttar hetta lítið.

Frammanundan er ivi um, nær útlendingar aftur fara at ferðast til Eysturríkis. Ferðavinnan í landinum fekk eitt skot fyri bógvin tá tað vísti seg, at myndugleikarnir í alpulandslutinum Tyrol vóru sera seinir at seta tiltøk í verk móti koronasmittuni. Í staðin vórðu ferðastøðini skuldsett fyri at skúgva ávaringarnar til viks fyri at vinna sum mest burtur úr altjóða skíðturistum.

Eysturríki hevur ætlanir um, í fyrsta umfari, at lata upp mørkini til Týsklands, haðani 60 prosent av útlendsku ferðafólkunum koma. Her kann eisini verða talan um, at tey ferðandi fáa eina koronatest í boði. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder