Innanlands

Eysturoyartunnilin latin upp fyri ferðslu aftur

Bilurin og listaverkið í rundkoyringini hava fingið stóran skaða. Bilførarin er fluttur á sjúkrahúsi til nærri kanningar

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2025-07-18 13:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stutt eftir klokkan 13 var eitt soloóhapp inni í Eysturoyartunnlinum.

Ein bilur rendi á rundkoyringina og listaverkið har. Hetta hevði millum annað við sær at neyðugt var at lata tunnilin aftur fyri ferðslu.

Les eisini: Eysturoyartunnilin stongdur vegna ferðsluóhapp

Nú, beint fyri klokkan 14, boðar løgreglan frá, at tað aftur er koyrandi.

Tað var bert ein bilur íblandaður. Hesin hevur fingið stóran skaða. 

Løgreglan boðar eisini frá, at listaverkið í rundkoyringini hava fingið stóran skaða - tó ikki so stóran skaða sum fyri stuttari tíð síðani.

[object Object]Mynd: Ólavur Frederiksen

Bilførarin er fluttur á sjúkrahúsi til nærri kanningar. Fyrstu kanningarnar vístu, at talan helst ikki er um heilt álvarsaman persónsskaða.

Løgreglan veit enn ikki at siga, hví óhappið hendi.

Ferðslan í Eysturoyartunnlinum koyrir sum vanligt nú.

Dagført: 15.03


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder