Innanlands

Eysturoyartunnilin: Lækking av prísum og avsláttarskipan fyri lastbilar, trailarar og tangabilar

Frá 1. august verða tillagingar gjørdar av prísunum fyri lastbilar, trailarar og tangabilar, sum koyra gjøgnum tunnilin, og harumframt verður ein avsláttarskipan sett í verk alt eftir, hvussu nógv verður koyrt hvørt hálvár

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-08-01 12:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá í dag, 1. august, verða tillagingar gjørdar av prísunum fyri lastbilar, trailarar og tangabilar, sum koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin. Harumframt verður ein avsláttarskipan sett í verk alt eftir, hvussu nógv verður koyrt hvørt hálvár, skrivar tunnilsfelagið í tíðindaskrivi.

Hetta merkir, at gjaldið millum Eysturoynna og Streymoynna fer úr 400 krónur niður í 320 krónur, meðan gjaldið millum Strendur og Rókina fer úr 100 krónur til 96 krónur. Prísirnir eru treytaðir av, at ein hevur hald. Um ein ikki hevur hald, er meirkostnaðurin 100 krónur.

Avsláttarskipan

Fyri størri brúkarar av tunlinum verður eisini veittur ein avsláttur, alt eftir hvussu nógv tunnilsgjaldkundin (løgfrøðiliga eindin) hevur goldið í tunnilsgjaldi fyri lastbilar, trailarar og tangabilar seinasta hálva árið.

Roknað verður frá 1. juli, og fyrstu ferð avslátturin verður roknaður, verður 31. desember.

Avslátturin verður veittur soleiðis:

  • fyri tunnilsgjald frá kr. 50.000 - 100.000, verður veittur avsláttur á 2%
  • fyri tunnilsgjald frá kr. 100.000 – 500.000, verður veittur avsláttur á 4%
  • fyri tunnilsgjald frá kr. 500.000 – 1.000.000, verður veittur avsláttur á 6%
  • fyri tunnilsgjald omanfyri 1.000.000, verður veittur avsláttur á 8%

Fyribils er hetta galdandi í eini royndartíð fram til og við 31. desember 2021. Meira kunning um prísir o.a. sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder