Mentan

Eydnaðist ikki hjá Jens Marna

Jens Marni Hansen royndi seg í kvøld í finaluni í Stjerneklar. Dómararnir lótu væl at, men hyggjarin avgerð og valdi ein annan sum vinnara

(Skíggjamynd: DR)

(Skíggjamynd: DR)

2023-06-02 20:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eydnaðist ikki Jens Marna Hansen at fara avstað við øllum, tá finalan í Stjerneklar var á DR1 í kvøld.

Jens Marni hevur verið á Team Bryan Adams, og hyggjararnir valdu at senda føroyingin víðari heldur enn ein av hinum báðum á liðnum.

[object Object](Skíggjamynd: DR)

[object Object](Skíggjamynd: DR)

Í kvøld sang Jens Marni lagið "Everything I Do", og tað má sigast at ganga væl.

- Eg havi nærum ikki orð. Tað var veruliga vakurt, og eg elski tína rødd, segði ein av dómarunum Barbara Moleko.

Men tað eru hyggjararnir sum avgera hvør vinnur, og tað bleiv Rene, sum sang "Kvinde min" hjá Kim Larsen, sum fór avstað við fyrsta plássinum.

[object Object]Rene á Team Bamse stóð eftir sum vinnari av "Stjerneklar" (Skíggjamynd: DR)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder