Uttanlands

Evropa heimsins størsti innflytari av vápnum

Fyri fyrstu ferð í 20 ár hevur USA útflutt fleiri vápn til lond í Evropa enn til lond í Miðeystri

Kríggið í Ukraina er ein av orsøkunum til, at Evropa hevur innflutt fleiri vápn seinastu árini (Mynd: EPA)

Kríggið í Ukraina er ein av orsøkunum til, at Evropa hevur innflutt fleiri vápn seinastu árini (Mynd: EPA)

2026-03-09 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu fimm árini er Evropa vorðin heimsins størsti innflytari av vápnum, vísir frágreiðing frá altjóða friðargranskingarstovninum í Stockholm (Sipri).

Sambært Sipri er innflutningurin av vápnum í Evropa meira enn trífaldaður millum 2021 og 2025 í mun til tíðarskeiðið millum 2016 og 2020, skrivar Ritzau.

Ein orsøk er kríggið í Ukraina, og millum 2021 og 2025 tók Ukraina ímóti 9,7 prosent av øllum vápnaveitingum. Men onnur evropeisk lond eru eisini byrjað at innflyta munandi fleiri vápn til at styrkja teirra egnu verju.

USA stóð fyri 42 prosent av vápnaútflutninginum í heiminum, og fyri fyrstu ferð í 20 ár fór meginparturin av vápnunum úr USA til Evropa heldur enn Miðeystur.

Millum 2021 og 2025 vórðu 38 prosent av vápnunum, sum vórðu útflutt úr USA, send til Evropa, og 33 prosent fóru til lond í Miðeystri.

Aftaná USA er Frakland tað landið, sum útflytur flest vápn. Frakland stóð fyri 9,8 prosent av samalað vápnaútflutninginum í heiminum frá 2021 til 2025.

Tað er bert í Evropa og Norður- og Suðuramerika, at vápnainnflutningurin er vaksin í tíðarskeiðnum 2021 til 2025. Aðrastaðni er hann minkaður.

Evropa hevur økt um egan vápnaframleiðslu men keypir framvegis fleiri amerikonsk vápn, serliga stríðsflogfør og langtberandi loftverjuskipanir.

Aftaná Ukraina eru tað Pólland og Stórabretland, sum hava innflutt flest vápn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder