Mentan

Eurovision til Latínamerika

Amerikanska útgávan av Eurovision, Amerian Song Contest varð í ár hildin í USA fyri fyrstu ferð, ein kanadisk útgáva er eisini ávegis, og EBU boðar nú frá, at ein latínamerikonsk útgáva eisini verður gjørd

Kalush Orchestra úr Ukraina vunnu í mai ársins útgávu av Eurovision sangkappingini, sum varð hildin í italska býnum Torino (Mynd: EPA)

Kalush Orchestra úr Ukraina vunnu í mai ársins útgávu av Eurovision sangkappingini, sum varð hildin í italska býnum Torino (Mynd: EPA)

2022-07-13 15:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nærum 70 ár – síðan 1956 – hevur Eurovision Song Contest verið at sæð í evropeiska sjónvarpinum á nærum hvørjum ári, og gjøgnum árini er sangkappingin vorðin so væl umtókt, at hon hevur spjatt seg til aðrar heimspartar eisini.

Í ár varð ein norðuramerikonsk útgáva, American Song Contest hildin fyri fyrstu ferð í USA, og ein líknandi kapping í Kanada er eisini ávegis. Í gjár boðaði EBU, sum stendur fyri Eurovsion, so frá, at ein nýggj, latínamerikonsk sangkapping eisini er ávegis.

– Serstaka Eurovision-formatið fær á hvørjum ári nýggjar fjepparar kring allan knøttin, og vit gleða okkum at víðka brandið í hesum sera fjølbroytta heimspartinum, sigur Eurovision-stjórin, Martin Österdahl sambært Ritzau.

EBU sigur, at har finnast nógvir hyggjarar í Latínamerika. Á YouTube eru fleiri latínamerikonsk lond nevniliga millum teirra, ið hava hugt mest eftir innihaldinum frá ársins Eurovsion sangkapping í Italia, um mann sær burtur frá luttakandi londunum. Sum dømi verða londini Argentina, Brasil, Kili og Meksiko nevnd.

Tað er ikki greitt, nær fyrsta Eurovision Song Contest Latin America fer av bakkastokki, men EBU leitar í løtuni eftir einum vertsbýi.

Evropeiska Eurovision sangkappingin varð hildin í mai, og varð tað Ukraina, sum fór av stað við sigrinum. Avgerð er tó tikin um, at kappingin næsta ár ikki skal vera í Ukraina, hóast tað annars er siðvenja at vinnandi landið sleppur at skipa fyri kappingini árið eftir. Orsøkin er, at tað ikki verður mett nóg trygt at hava kappingina í Ukraina orsakað av krígnum við Russlandi. Enn er ikki avgjørt, hvør so verður vertur, men Stórabretland hevur verið nevnt sum ein møguleiki, av tí at landið gjørdist nummar tvey í kappingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder