placeholder
Innanlands

ES verkætlan á 24 milliónir krónur fer av bakkastokki

Heilsufrøðiliga Starvsstovan er partur av samstarvinum ”RASOPTA - Safeguarding future production of fish in aquaculture systems with water recirculation”, ið hevur gingið 24 milliónir frá ES – Høvuðsendamálið er at skapa breiða vitan og nýggjar loysnir at betra vatngóðsku

(Mynd: hfs.fo)

(Mynd: hfs.fo)

2021-07-28 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilsufrøðiliga Starvsstovan er partur av samstarvi undir heitinum ”RASOPTA - Safeguarding future production of fish in aquaculture systems with water recirculation”, ið hevur fingið játtað 24 mió. krónur í HORIZON 2020 ES stuðli.

Stuðulin er latin innan skipanina ITN (Innovative Training Network) og skal brúkast til at útbúgva 12 PhD-lesandi í átta ymiskum londum í Evropa. Í hesum sambandi søkir Heilsufrøðiliga Starvsstovan í løtuni eftir einum PhD-lesandi.

RASOPTA er eitt breitt samstarv, har bæði vinnufyritøkur og hægri lærustovnar luttaka. Samstarvið umfatar átta lond, sjey hægri lærustovnar, tríggjar granskingarstovnar, níggju vinnufyritøkur, og granskingin fer at umfata fýra fiskasløg (laks, síl, sandáburru og styrju).

Sum heitið á verkætlanini sipar til er høvuðsendamálið at skapa breiða vitan og nýggjar loysnir at betra vatngóðsku og harvið eisini fiskaheilsu og endaligu dygdina á fiski, sum verður aldur á landi, har vatnið verður resirkulerað ella endurnýtt, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Fyri at skapa tær breiðu loysnirnar eru tær ymisku PhD-verkætlanirnar samantvinnaðar og snúgva seg um ítøkiligar avbjóðingar í vinnuni, og tey lesandi fáa eitt tvørfakligt innlit við eisini at arbeiða á øðrum stovnum og fyritøkum enn har, tey eru sett. Ein av høvuðsuppgávunum í RASOPTA verður at menna ein nýggjan skjótan kanningarhátt, sum í einum kannar fyri nógvar ymiskar sjúkur og vatngóðskuparametrar og harvið verður eitt sera týðandi stýringsamboð í aling á landi.

Føroyska luttøkan í verkætlanini er serliga innan tann partin, sum snýr seg um fiskaheilsu, og umframt Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, luttaka eisini Hiddenfjord og SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar úr Føroyum, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Áhugað kunnu fylgja við í tíðindum, úrslitum og aðrari kunning á heimasíðuni www.rasopta.ku.dk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder