Í vikuni verður fyrsti fundur í friðarráðnum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, Board of Peace, og hóast ES-nevbdin ikki er partur av ráðnum, luttekur umboð fyri ES-nevndina kortini sum eygleiðari.
Á fundinum, sum eftir ætlan verður í Washington D.C. hósdagin 19. februar, luttekur Dubravka Šuica, ES-kommisserur fyri Miðarhavsøkið, upplýsir ES-nevndin sambært Ritzau.
Fundurin snýr seg um støðuna í Gaza.
Endamálið við friðarráðnum, sum higartil hevur 27 limir var í fyrsta umfari at syrgja fyri enduruppbyging og frið í Gazageiranum, men síðani hevur Trump gjørt greitt, at ráðið verður víðkað til eisini at fevna um onnur stríð í heiminum. Summi halda, at Trump roynir at skapa eitt mótsvar til ST.
ES hevur takkað nei til at luttaka í ráðnum. Tað hava m.a. Noreg, Svøríki og Stórabretland eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald