Uttanlands

ES-londini samd um at leingja revsitiltøk móti Russlandi

Eisini arbeiðir ES við fleiri nýggjum revsitiltøkum, sum m.a. skulu raka russiska orkuøkið

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-27 09:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á ES-toppfundi í Brússel í gjár samdust øll limalondini um at leingja revsitiltøkini móti Russlandi við einum hálvum ári.

Revsitiltøkini vórðu sett í gildi orsakað av krígnum í Ukraina, og hvørt hálva ár skulu londini semjast um at leingja revsitiltøkini.

Eisini arbeiðir ES við fleiri nýggjum revsitiltøkum í sonevnda 18. revsipakkanum, sum hevur til endamáls at raka russiskar peningastovnar, orkuøkið og hernaðarídnaðin, skrivar Ritzau.

Semja er tó ikki um hesi tiltøk, sum eisini skulu samtykjast av øllum 27 limalondunum.

Ungarn og Slovakia hava hótt við ikki at stuðla nýggju revsitiltøkunum, tí ES m.a. ætlar at banna innflutning av russiskum gassi aftaná 2027. Eisini er ætlanin um at lækka prísloftið á olju úr Russlandi.

Ungarn og Slovakia halda, at hetta verður ov dýrt hjá teirra borgarum, um tey ikki sleppa at innflyta russiskt gass.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder