Innanlands

Erla Kongsdóttir fer aftur í sigling í morgin

Hetta merkir, at Jósup fer at sigla til Fugloyar og Svínoyar. Allir rútarnir miðskeiðis í salónini á Erlu Kongsdóttir eru útskiftir, og eyka verja er løgd á øll vindeyguni

Erla Kongsdóttir fer aftur í sigling um Nólsoyarfjørði gamlaárskvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Erla Kongsdóttir fer aftur í sigling um Nólsoyarfjørði gamlaárskvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-30 09:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gingu bert fáir dagar frá tí Erla Kongsdóttir varð vígd og sett í sigling, til nýggja avloysaraskipið varð tikið úr sigling aftur. Orsøkin var, at tveir rútar í salónini brádliga brotanðu undir einum túri um Nólsoyarfjørð 11. desember.

Seinastu smáu tríggjar vikurnar hevur verið kannað, hví hendingin fór fram. Tað er framvegis ikki heilt greitt, men Strandferðslan boðar frá, at allir rútarnir miðskeiðis í salónini á Erlu Kongsdóttir eru útskiftir, at eyka verja er løgd á øll vindeyguni, og at skipið eftir ætlan byrjar sigling á Nólsoyarleiðini hósmorgunin 31. desembur - gamlaárskvøld.

[object Object]
Óvist er, hví rútarnir brotnaðu undir sigling. Nú eru rútarnir skiftir, eyka verja løgd á øll vindeygu í salonini og uppi á brúnni, og hevur klassin góðkent arbeiðið (Mynd: Sverri Egholm)

Silgt verðir eftir núverandi ferðaætlan á leið 90.

Jósup fer norðureftir - Hasfjord røkir framvegis farmasiglingina

Síðani hendingina 11. desember hevur Jósup aftur røkt siglingina á leið 90, og hann siglur eisini um Nólsoyarfjørð í dag.

Hetta hevur merkt, at tey í Fugloy og Svónoy bert hava havt samband við tyrlu inn í millum. Nú Erla Kongsdóttir kemur aftur, verður Jósup aftur verður settur í sigling á svínoyar- og fugloyarleiðini frá leygardegnum 2. Januar 2021.

Hasfjord ger farmatúr á Nólsoyarleiðini í dag, og hóast skipið um eina viku fer aftur í sigling um Skopunarfjørð, so fer Hasfjord framvegis at gera farmatúrar um Nólsoyarfjørð, boðar Strandferðslan frá:

- Hasfjord fer framvegis at røkja farmasiglingina millum Havnina og Nólsoy og verður farmatúrur gjørdur mikudagin 30. desembur. Farið verður av Havnini kl. 11:00 og úr Nólsoy kl. 12:30 og síðani verður siglt til Skopunar, har skipið kemur at liggja til tað byrjar í sigling á leið 85 tann 5. januar 2021.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder