Innanlands

Enn sæst ólavsøkan ikki á koronutølunum

Tveir tilburðir staðfestir í gjár, og í báðum førum er smittukeldan kend

Midnáttarsangur á Vaglinum ólavsøkudag (Mynd: Jens Kr. Vang)

Midnáttarsangur á Vaglinum ólavsøkudag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-08-01 21:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn er einki merkisvert at síggja til koronusmittu á ólavsøku. Í gjár vórðu tveir tilburðir staðfestir, og í báðum førum var smittukeldan kend.

Alsamt fleiri fólk gerast eisini frísk aftur. Seks fólk vórðu í gjár staðfest frísk aftur eftir at hava havt koronu, og sostatt kemur talið á smittaðum í løtuni niður á 34 fólk.

Talið á fólki í sóttarhaldi er farið úr 110 og niður í 89 fólk. Tveir persónar eru innlagdir við koronu, hetta talið var 1 í gjár.

1149 koronukanningar vórðu gjørdar í gjár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder