Innanlands

Enn ikki greitt nær tilmeldingin letur upp aftur

Gjaldsveitarin hjá Tórshavnar Kvøldskúla hevði avbjóðingar mánakvøldið, tá fleiri hundrað fólk sótu klár at melda til

2020-09-09 19:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir teknisku truppulleikarnar við tilmeldingarskipanini mánadagin, hevur Kvøldskúlin arbeitt við at gera neyðugar tillagingar í skipanini. Men enn er ikki greitt nær tilmeldingin byrjar.

Fyri at allir brúkarar skulu fáa høvi at byrja eftir javnbjóðis fortreytum, so var neyðugt at strika allar brúkaraskrásetingarnar og skeiðstilmeldingarnar. Tað merkir, at allir brúkarar skulu stovna nýggjan vanga í skipanini og melda seg til skeiðini av nýggjum.

Fríggjadagin 11. september verður nærri kunning um nær, ið brúkarar aftur kunnu stovna nýggjan vanga. Kunnað verður tá eisini um, nær tilmelding til skeiðini letur upp, sigur Tórshavnar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder