Uttanlands

Enn ein grønlendskur politikari ákærdur

Aslak Jensen, tinglimur fyri Siumut, ákærdur fyri drápshóttanir fyri fýra árum síðani

2021-07-27 10:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grønlendski landstingslimurin, Aslak Jensen, skal í næsta mánaða fyri rættin í Sermersooq. Hann er ákærdur fyri brot á grein 37 í revsilógini, sum snýr seg um hóttanir móti alment settum starvsfólki.

Aslak Jansen var triðvaldur á listanum hjá Siumut á valinum í apríl í ár við yvir 800 persónligum atkvøðum.

Talan er um eina hending, sum fór fram í mars 2017, tá Aslak Jensen ringdi til eitt starvsfólk hjá almannaverkinum í Nuuk.

Her skal hann hava brúkt so ógvuslig orð, at hann nú er ákærdur fyri brot á revsilógina. Sjálvur noktar hann seg sekan í ákærunum.

Sambært ákæruritinum skal núverandi tinglimurin vera komin við beinleiðis drápshóttanum undir hesi samrøðuni.

Ákæruvaldið krevur mannin dømdan í minst 30 daga fongsul, skrivar Sermitsiaq.

Aslak Jensen er triði politikarin hjá Siumut, sum seinastu tíðina er lagdur undir skuldsetingar fyri lógarbrot. Atkvøðuslúkurin á kommunuvalinum í norðurkommununi, Minik Høegh-Dam, varð ákærdur fyri handil við rúsevnum, og misti harvið møguleikan at gerast borgarstjóri.

Hann varð fríkendur í býarrættinum, men ákæruvaldið hevur kært dómin fyri landsrættin, skrivar knr.gl.

Eisini lítlibeiggi hansara, Qarsoq Høegh-Dam, sum gjørdist nummar fýra á Siumut-listanum til landstingið, er nýliga dømdur í einum hassjmáli, og hevur sagt tingsessin frá sær. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder