placeholder
Mentan

Endurljóð og Filmsfelagið vísa klassikara frá 1968

“2001 A Space Odyssey” hjá Stanley Kubrick verður sýndur í samstarv við kamartónleikafestival

2023-05-04 08:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi mikukvøld er høvið at síggja klassiska Kubrick-filmin ”2001: A Space Odyssey” á stóra løriftinum í Havnar Bio, sum í løtuni er Føroya einasti biografur.

Filmurin, ið byggir á skaldsøgu hjá Arthur C. Clark (1917-2008), er mest slóðbrótandi science-fiction filmur, sum eisini hevur eitt øðrvísi og avbjóðandi ljóðspor.

Leikstjórin, Stanley Kubrick (1928-1999) setti við hesum meistaraverki nýggj mørk fyri filmsframleiðslu, og filmurin er framvegis viðurkendur, sum ein av bestu filmum yvirhøvur.

Hesin filmur, sum verður sýndur í enskari upprunaútgávu uttan undirtekst, byrjar við svørtum skíggjum, meðan “Atmosphéres” (1961) hjá ungarsk-eysturríkska tónaskaldinum, György Ligeti, hoyrist afturvið.

Vit síggja forsøguligu forfedrarnar, ið eru apur fyri trimum milliónum árum síðan, innan lopið verður fram í tíð, og steðgað verður í 1999, tá vit lenda á eini rúmdarstøð, sum er í ringrás um mánan.

Umborð er ein vísindamaður, ið skal vitja á mánastøðini. So loypir filmurin átjan mánaðir fram til árið 2001, har rúmdarfarið Discovery One er ávegis til gongustjørnuna Jupiter. Umborð eru rúmdarmennirnir Dave Bowman (Keir Dullea) og Frank Poole (Gary Lockwood), umframt stórfingna tosandi teldan, HAL 9000.

Afturvendandi evnið í rúmdarfilminum er eftirgjørd tilvitska, fremmand tilvitska og ferðin út í tað ókenda, sum er væl undirbygd av mikropolyfoniskum tónleiki.

Á ljóðsporinum í klassiska filminum eru fleiri verk av undangongutónaskaldinum György Ligeti (1923-2006). Hin 28. mai í ár eru hundrað ár, síðan hann varð borin í heim.

Tónaskaldið Sunleif Leivsson Rasmussen fer at innleiða sýningina.

Tað eru fólkini aftanfyri kamartónleikastevnuna, Endurljóð, Jóhannes Andreasen og Helle Thede Johansen, ið hava fingið sýningina við ”2001: A Space Odyssey” í lag, til tess at hátíðarhalda hundrað ára dagin hjá György Ligeti. Semja er um, at tað verður gjørt best við at vísa henda heimskenda og fyrimyndarliga film í Filmsfelagnum.

Filmurin verður sýndur í Havnar Bio, mikudagin 10. mai kl. 20.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder