Mentan

Emma úr "Friends" ger comeback í nýggjum filmi

Dóttirin hjá Ross og Rachel í amerikonsku hit-røðini er nú vaksin og verður skjótt at síggja í filminum "Us"

Mynd: NBC

Mynd: NBC

2018-08-02 22:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 8. sesong av amerikonsku hitrøðini "Friends" fingu Ross Geller (David Schwimmer) og Rachel Greene (Jennifer Aniston) eina dóttir, Emma.

Emma varð spæld av tvíburunum Noelle og Cali Sheldon, ið nú eru 16 ára gamlar, og hava fingið teirra fyrsta filmsleiklut.

Tær báðar skulu spæla við í nýggja thriller-filminum "Us". Umframt Noelle og Cali Sheldon spæla Lupita Nyong'o (Star Wars) og Elisabeth Moss (The Handmaiden's Tale) við í filminum.

Noelle og Cali Sheldon hava síðan tær spældu við í "Friends" í 2003 og 2004 spælt við í fleiri sjónvarpsrøðum og stuttfilmum.

Hvønn leiklut tær hava í nýggja filminum er enn ikki almannakunngjørt, skrivar BT.

Les eisini: Jennifer Aniston droymir um at Friends byrjar aftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder