Innanlands

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur valt nýtt stýri fyri Bústaðir

Stýrið er víðkað við tveimum limum, og verður nú mannað við fimm limum

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum (Savnsmynd)

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum (Savnsmynd)

2021-04-19 15:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur valt nýtt stýri fyri Húsalánsgrunnin, vanliga nevnt Bústaðir.

Stýrið er víðkað við tveimum limum, og verður nú mannað við fimm limum. Hetta er ein av broytingunum, sum Løgtingið samtykti, tá løgtingslógin um húsalánsgrunnin varð broytt í farna mánaði.

Tey, sum eru vald í stýrið, eru hesi:

Una Joensen, Tórshavn

Emmy Joensen, Miðvágur

Tom Silvurdal, Vágur

Regin Djurhuus Hammer, Hoyvík

Anna Maria Joensen, Klaksvík

Í sambandi við tilnevningina hevði landsstýriskvinnan boðið stýrislimunum á fund í dag.

Tilnevningin er galdandi frá 1. mai 2021, og sambært lógini verða á øðrum hvørjum ári tilnevndir ávikavist tríggir og tveir stýrislimir, fyrstu ferð 1. mai 2023. Stýrið skipar seg sjálvt við formanni, skrivar Almannamálaráðið í tíðindaskrivi.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder