Innanlands

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sett tvingsilsnevnd

1. januar 2021 kemur Tvingsilslógin í gildi. Ein sonevnd tvingsilsnevnd verður tí sett at góðkenna tilmælir, viðgera kærur o.a sambært hesi lógini

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum (Savnsmynd)

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum (Savnsmynd)

2020-11-30 14:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. januar kemur Tvingsilslógin í gildi. Tí verður ein sonevnd tvingsilsnevnd sett at góðkenna tilmælir, viðgera kærur o.a sambært hesi lógini.

Almannamálaráðið boðar í dag frá, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna hevur valt limir í nýggju nevndina.

Formaður í nevndini er Eli Thorsteinsson, advokatur. Varalimur hansara er Súsanna Nordendal, løgfrøðingur. Afturat teimum eru valdir fleiri serkønir nevndarlimir, sum umboða fakøkini sjúkrarøkt, heilsurøkt, sálarfrøði, námsfrøði og sálarsjúkufrøði.

Nevndin er vald fyri tíðarskeiðið 1. januar 2021 – 31. desember 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder