Innanlands

Elin Heðinsdóttir Joensen heldur flaggrøðuna í Sørvági

Flaggdagshaldið í Sørvági verður í fimleikarhøll skúlans og byrjar klokkan 14. Sørvágs Tónleikarafelag spælir, og skrúðgonga fer frá skúlanum stutt frammanundan

Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, flytir fram røðu í fimleikarhøllini

Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, flytir fram røðu í fimleikarhøllini

2023-04-21 08:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin 25. apríl klokkan 14 verður flaggdagshald í fimleikarhøllini í Sørvágs skúla.

Sørvágs kommuna boðar frá, at tað verður Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, ið flytir fram røðu.

Sørvágs Tónleikarafelag spælir eisini, og skrúðgonga fer frá Skúlanum, tjúgu minuttir áðrenn haldið byrjar.

Næmingar og foreldur í 8. flokki skipa fyri kaffisølu og tombola, skrivar sorvag.fo at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder