Innanlands

Eldur í sethúsum í Sandvík

Hjálp úr Vági er ávegis til Sandvíkar. Eingir persónar eru inni í húsinum

2021-05-21 17:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 16:40 fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í einum sethúsum í Sandvík.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at rættiliga skjótt komu boð um at fáa hjálp frá sløkkiliðnum úr Vági til at sløkkja eldin. Onkur av hesum bilunum eru helst komnir á staðið meðan aðrir eru ávegis.

Upplýst verður, at eingin er inni í sethúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder