2019-03-25 17:28
            
        
         
                
            Um hálvgun fimm tíðinda í dag varð boðað frá eldi í einum sethúsum á Toftum.
Skálafjarðar sløkkilið varð boðsent og teir fingu skjótt tamarhald á eldinum, sum sá út til at vera kyknaður í einum rúmi á loftinum.
Ongin var inni í húsinum, tá eldurin kyknaði, verður upplýst av løgreglustøðini
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/03/25/gallery-thumbnail/20190325170138.jpg)
(Mynd: Hans Terje Vestergaard)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/03/25/gallery-thumbnail/20190325165930.jpg)
(Mynd: Hans Terje Vestergaard) 
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald