Uttanlands

Eldur í Notre Dame

Sjónin av brennandi kirkjuni fingu fólk at gráta

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-04-15 20:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Notre Dame-dómkirkjan er ein av teimum bygningunum, sum dregur flest ferðafólk at sær í Fraklandi, og nú stendur hon í ljósum loga.

Sambært eygnavitnum kom eldur í klokkan 18.50 lokaltíð, og fleiri fólk úr París brustu útúr at gráta, tá tey sóu hesa ræðuligu sjón.

Fyribils er eingin deyður í eldinum, sigur løgreglan, og fólk eru flutt burtur úr økinum.

Enn er eingin fráboðan um, hví eldur er komin í, men hildið verður, at tað kann stavast frá umvælingararbeiðinum, ið fer fram í dómkirkjuni í hesum døgum, sigur umboð hjá lokala sløkkiliðnum.

Ferðafólk úr øllum heiminum koma á hvørjum ári til franska høvuðsstaðin at síggja Notre Dame, sum Victor Hugo við bókini "Klokkarin úr Notre Dame" gjørdi heimskenda.

Kirkjan varð bygd í árunum 1163 - 1345, og er uml. 130 metrar lang, 48 metrar breið og 35 metrar høg. Eisini hevði hon tvey torn, sum eru uml. 68 metrar høg.

Bæði eina tornið og takið er dottið niður, og talsfólk hjá Notre Dame væntar ikki, at nakað í kirkjuni kann bjargast.

Sambært DR átti franski forsetin, Emmanuel Macron at hildið eina røðu fyri franska fólkinum í kvøld, men tann røðan er avlýst, og Macron er sjálvur farin til Notre Dame.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder