Innanlands

Eldur í húsum á Velbastað í morgun

Tað er ikki greitt, hví eldur kom í, men húsini hava fingið stóran skaða

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-31 10:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan hálvgum seks í morgun varð ringt til alarmsentralin at boða frá, at eldur var í einum húsum á Velbastað.

Sløkkiliðið varð send á staðið, og eldurin var sløktur, men tað tók kortini eitt sindur av tíð at sløkja eldin, tí eldurin kom eisini millum skins og hold, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Húsini hava fingið stóran skaða, men sum skilst var eingin fólkaskaði. Tvey fólk vóru í húsunum, men tey sluppu út. Tey eru tó send á sjúkrahúsið til kanningar fyri roykeitran.

Vaktleiðarin veit ikki at siga, hví eldur kyknaði í húsunum, men tað verður kannað nærri, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder