Innanlands

Eldratilboðini í Havn lata uppaftur

Og nú er aftur møguleiki at vitja tey eldru á heimunum

2020-09-08 07:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú tamarhald tykist vera fingið á koronasmittuni, kennir Tórshavnar kommuna seg so mikið trygga, at stig nú eru tikin til at bjóða vanliga gerandisdegnum vælkomnum aftur. Gerandisdegnum, sum hann sá út áðrenn korona gjørdi vart við seg í mars mánaði.

- Vit fara – eftir vegleiðing frá koronaráðgevingini – at lata meira upp bæði fyri vitjanum á heimum okkara og fyri øðrum virksemi og tilboðum til borgaran, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Frá fríggjadegnum 11. september flytur Virkis- og venjingarstovan á Boðanesheiminum inn aftur í høli síni á Boðanesheiminum. Somuleiðis flytur Tjarnarlon inn aftur á Lágargarð, mánadagin 14. september. Dagtilboðini verða skipað sum heildagstilboð.

Tilhaldið Millum Bóla í Kollafirði letur upp aftur 14. september. Tilhaldini í Tórsgøtu og í Nólsoy lata eisini meira upp. Neyðugt er tó við tilmelding til skipað virksemi og tiltøk fyri at halda almennu tilmælini um frástøðu. Eisini verður neyðugt at skráseta borgarar, so skjótt er at finna fram til smittukelduna og avbyrgja smittuna.

Venjingar í Badmintonhøllini byrja aftur mikudagin 9. september, og venjingar í Fimi byrja hósdagin 10. september. Open Gym í Burn byrjar í viku 39. Til allar nevndu venjingar er neyðugt við tilmelding, og venjingin verður tillagað, so tilmælini verða hildin.

Lata upp fyri vitjanum í dag
Frá í dag lata heimini upp aftur fyri vitjanum og øðrum virksemi, sum var á heimunum áðrenn korona. Ongar avmarkingar eru viðvíkjandi vitjandi, tó skulu vitjanir framvegis vera í búrúminum, og vitjanir verða skrásettar.

Umráðandi er, at almennu tilmælini um frástøðu og reinføri verða fylgd. Hava vitjandi ella starvsfólk verið uttanlands, skal viðkomandi vera heima fyrstu vikuna, og ein kanning, sum staðfestir, at viðkomandi ikki er smittaður, skal fyriliggja á sætta degi. Eisini skal ein halda seg heima og lata seg kanna, hevur ein sjúkueyðkenni, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder