Í meira enn 25 ár hevur Elding Business veitt professionellar loysnir til føroysku vinnuna. Nú tekur handilin næsta stig í menningini.
Í november 2025 keypti Elding Business Arctic Import, og sostatt er fyritøkan aftur komin á føroyskar hendur eftir umleið 20 ár undir donskum eigaraskapi.
Framyvir verður Arctic Import navnið lagt saman við Elding Business, sum verður navnið, handilin heldur fram undir.
Eftir yvirtøkuna víðkar Elding Business um virksemið, og letur upp ein nýggjan og størri handil á Smiðjugerði 4 í Havn.
Við samlaða virkseminum undir sama taki og fleiri starvsfólkum verða betri karmar at bjóða kundum eina nógv størri heildarloysn og eitt nógv breiðari vøruúrval.
Nýggi handilin savnar eitt stórt úrval innan m.a. professionella køksútgerð, møblar, reingerð, reinføri, uttandura spælipláss og aðrar loysnir til føroyska vinnulívið.
Elding Business veitir loysnir til fyritøkur, almennar stovnar, barnagarðar, skúlar, hotell, matstovur og fiskivinnuna, men privatkundar eru eisini vælkomnir í handilin.
Elding Business leggur dent á fakliga vitan, dygdargóðar vørur og loysnir, sum verða lagaðar til tørvin hjá hvørjum einstøkum kunda.
- Við nýggja handlinum vilja vit gera tað enn lættari hjá kundunum at finna røttu loysnina og samstundis bjóða eitt nógv størri og breiðari úrval á einum stað, sigur Levi Winther, virkisstjóri.
Nýggi handilin letur alment upp í morgin, fríggjadagin 29. maim klokkan 10.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald