Mentan

Eivør, RSP og Tinganest áttu kvøldið

Føroysku tónleikararnir vóru stóru stjørnurnar á seinasta kvøldinum á fyrsta G! festivalinum eftir korona

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-17 12:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkið elskar Eivør Pálsdóttir – eisini við reyðum og bláum hári.

Við eini framúr góðari konsert á gøtusandi í gjárkvøldið prógvaði Eivør enn einaferðaftur at hon er tann størsta. Ongin yvir og ongin við síðuna av hennara hátign.

Eivør, væl hjálpt av superbólkinum Mattias Kapnas, Mikael Blak og Per I. Højgaard Petersen, gav eitt sjóv í heimsflokki einaferð enn. Góðir tekstir, góðir melodiir og ein ljóðmynd so fjølbroytt og litrík, at tað minnir um ein málning av Michelangelo.

[object Object]

Jú, tað er nógv hent síðan unga Eivør einaferð í nullunum, á sama stað, við mentorinum Bill Bourne, sála, við sína lið, á stillføran hátt kyktu tankan um, at Syðrugøta við hesi gentuni átti eitt talent, ið hevði møguleika fyri at leggja heimin fyri sínar føtur.

Eitt av hæddarpunktunum á konsert Eivarar í gjárkvøldið var, tá Ásgeir Trausti úr Íslandi kom á pallin at syngja ein sang saman við henni.

[object Object]

Ásgeir hevði framman undan havt sína konsert á stóra palli. Hann tykist framvegis líka innhugsin sum hann var tá hann var á G! seinast – nærmast uttan at siga nakað við áhoyrarnar. Seinast tyktist tað leiðiligt, men so er ikki longur. Tí tónleikur Ásgeirs vinnur – hansara løg eru ótrúliga fangandi, ikki so undarligt, at hann hevur ment seg til at gerast ein av størstu tónlistafólkum Íslands.

“Lær meg at dansa”

Og nú mundu vit heilt gloymt Teit, sum fekk høvið at byrja konsertrøðina á sandinum hetta seinasta kvøldið á G!

Teitur er eisini fastur gestur á G! og kundi hugleiða um sínar upplivingar heilt aftur til uppruna G! festivalin tíðliga í øldini.

Tað góða við Teiti er, at hann ikki longur virkar so stirvin á pallinum, sum hann var um ta tíðina tá G! byrjaði. Teitur er vorðin meira fríur á pallinum, skemtar og speiar alla tíðina, og nú er hann vorðin so mikið fríur, at hann gevur dansifrálæru á pallinum. Festligt.

Tónleikaliga klæddi tað framførsluni, at Teitur hevur fingið Benjamin Petersen/Son of Fortune at spæla gittar í orkestrinum og syngja undir.

Og Benjamin var ikki einasti úrmælingurin, sum krúddaði tónarnar hetta kvøldið. Úti á veinginum spældi ein trio av landsins bestu blásarum, Kristina Thede á sax, Ernst Remmel á trompet og Dávur Juul Magnussen á trombon. Super.

[object Object]

Trokan á spæliplássinum

Eisini framman fyri pallin á spæliplássinum var alvorlig trokan hetta leygarkvøldið. Rappararnir úr RSP høvdu fingið pallin rættiliga tíðliga á kvøldið til hetta slag av tónleiki. Men tað bilaði ikki.

Hóast hesin ungi bólkurin lítið og einki hevur givið út, so vórðu áhoyrararnir við upp á skemtið, og ungu áhoyrararnir vóru garrvillid.

[object Object]

Garrvilt gjørdist tað eisini eitt sindur seinni, tá Tinganest trein pallin. Frá fyrstu løtu sang fjøldin við. Hóast tað kanska ikki vóru eins nógv, sum kendu tekstirnar her, sammett við framførslurnar hjá Tinganest á Stakka til festivalin í Sørvági, so var fjøldin tess meira við upp á tað hesaferð.

Ungfólkini klivu upp á herðarnar á hvørjum øðrum fyri at fagna Magnusi, Jakkanum, Holgari og Finni.

Har kókaði.

Jú, eisini leygardagurin á hesum fyrsta G! festivali eftir koronu varð væl eydnaður, hóast regnið hótti fyrr á degnum. Í Syðrugøtu var frálíkt veður. Sólin hevði hug at daga fram, og teir droparnir, ið fullu, órógvaðu á ongan hátt tann góða stemningin á festivalinum. 

[object Object]

[object Object]

Sí fleiri myndir - eisini frá føroyska dansinum í fjósinum - her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder