Nýggja hotellið í Klaksvík, KG, tekur endaliga skap, og øll lyklastørv eru nú sett. Við einum sterkum og
fjølbroyttum toymi verður hotellið klárt at taka ímóti gestum miðskeiðis í juni.
Stjóri á hotellinum er Eirikur Jákupsson, sum saman við nýggja toyminum skal standa á odda fyri dagliga
rakstrinum og menningini av hotellinum.
Randi á Bergi er sett sum søluleiðari og skal arbeiða við sølu og at byggja góð sambond við kundar og
samstarvsfelagar, meðan Brynjálvur Sigurðsson fær ábyrgdina av tiltøkum á hotellinum.
Í móttøkuni verður Karla V. Joensen móttøkuleiðari og fær ábyrgdina av at tryggja góða tænastu og eina
góða uppliving hjá gestunum frá fyrstu løtu.
Matupplivingarnar verða ein týðandi partur av hotellinum. Erick Ibarra er settur sum høvuðskokkur og skal
saman við sínum toymi menna køkin á hotellinum. Athaya Yenjai (Pönd) stendur á odda fyri kalda køkinum.
Kafé- og barrøkið verður leitt av Phil Freere, sum skal menna eitt livandi og innbjóðandi umhvørvi.
Bjørt Kristiansen er spaleiðari og fær ábyrgdina av spa-økinum og vælverutilboðunum á hotellinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald