Uttanlands

Einki yvirlit yvir talgildan harðskap móti kvinnum

Eftir søgurnar í mai mánaði um talgildan harðskap móti kvinnum, spurdi Sjúrður Skaale danska løgmálaráðharran um útbreiðsluna av slíkum málum, og um hvørji amboð løgreglan hevur til at arbeiða við teimum. Svarið frá løgmálaráðnum vísir, at ábøtur eru neyðugar

Eg haldi persónliga, at vit mugu uppraðfesta hetta økið, tí nógv bendir á, at hetta slagið av talgildum ágangi vindur uppá seg, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin

Eg haldi persónliga, at vit mugu uppraðfesta hetta økið, tí nógv bendir á, at hetta slagið av talgildum ágangi vindur uppá seg, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin

2022-06-22 14:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ráðharrin upplýsir, at talan er um umleið 200 mál í árunum 2012-2022, men at tey í summum førum eisini fevna um mál, sum ikki eru talgild. Tískil ber ikki til at siga við vissu, hvussu nógv mál um talgildan harðskap hava verið í Føroyum seinastu 10 árini, men ein meting er fimm ákærur um árið.

- Tað ørkymlar meg eitt sindur, at tað ikki ber til at fáa nágreinilig hagtøl, tí vit mugu jú vita, um trupulleikin veksur ella ikki. Somuleiðis er tað órógvandi at fáa at vita, at tað eitt skifti var upp til kvinnurnar sjálvar at leggja sak í málum um talgildan ágang.

Svarið frá løgmálaráðnum vísir nevniliga, at tað vegna lógarbroyting millum apríl í 2017 og juli í 2018 var uppgávan hjá tí órættaðu sjálvari at leggja sak. Tað kann hava ávirkað hagtølini hetta tíðarskeiðið.

Sjúrður Skaale heldur, at tað undir øllum umstøðum er neyðugt at seta ferð á at fáa nýggju POL-SAS málsviðgerskipanina í brúk í Føroyum, soleiðis at tað ber til hjá føroysku løgregluni at fáa betri yvirlit yvir talgildan harðskap. Og fólkatingsmaðurin sigur eisini, at pengar eiga at oyramerkjast til løgregluarbeiði við talgildum harðskapi:

- Eg haldi persónliga, at vit mugu uppraðfesta hetta økið, tí nógv bendir á, at hetta slagið av talgildum ágangi vindur uppá seg. Og hinumegin standa næstan altíð sakleysar kvinnur, sum einki skeivt hava gjørt. Eg gangi út frá, at løgreglan ger alt hon er ment í slíkum málum. Men karmarnir kring teirra virksemi mugu eisini vera soleiðis, at tey kunnu arbeiða við økinum og sjálvi hava eitt yvirlit av málunum.

Fólkatingsmaðurin fer tí aftur at venda sær til ráðharran við eini áheitan:

- Eg fari at heita á ráðharran um at seta ferð á arbeiðið við nýggju málsviðgerskipanini. Eg fari eisini at biðja hann umhugsa at oyramerkja pengar til júst hetta slagið av kriminaliteti, og at fremja neyðugu lógarbroytingar, soleiðis at løgreglan er betri før fyri at arbeiða við málum um talgildan harðskap.

Svarið frá løgmálaráðharranum kann lesast her.

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder