Innanlands

Einki bátatreff í Klaksvík kortini

Norðoya Bjargingarfelag og Norðoya Kunningarstovu hava avgjørt at avlýsa bátatreffið, sum skuldi verða í vikuskiftinum. Hetta er tí, at koronasmitta er aftur staðfest í Føroyum

Mynd: Pól Sundskarð

Mynd: Pól Sundskarð

2020-08-04 18:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta vikuskiftið skuldi Summarfestivalurin 2020 vera. Hetta varð tó av ongum orskað av koronastøðuni. Tað var tó eitt bátatreff á skránni í Klaksvík, men hetta er nú eisini avlýst.

Norðlýsið skrivar í dag, at Norðoya Bjargingarfelag og Norðoya Kunningarstovu hava avgjørt at avlýsa Bátatreffið, sum skuldi verða í vikuskiftinum, av tí at koronasmitta er aftur staðfest í Føroyum.

- Vit gera hetta, tí at so nógv av okkum starvast innan heilsuverkið, sigur umboð fyri Norðoya Bjargingarfelag við Norðlýsið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder