Nú IRF ger upp aftaná G! festivalin verður staðfest, at átakið var væl eydnað.
Endamálið var at varpa ljós á stubbar og snúsposar í almenna rúminum og gera tað lættari hjá festivalgestunum at beina teir burtur á rættan hátt.
Umleið 5000 stubbar og snúsposar vórðu latnir í tey bæði rørini, sum vóru sett upp á festivaløkinum, og eisini vóru Sóljur hjá IRF, sum býttu 885 stubba- og snúslummar út til festivalgestir.
Sóljurnar hjá IRF (Mynd: Lasse Lagoni / G! festival)
- Stubbarnir í rørunum siga tó ikki alla søguna. Endamálið var ikki bert at fylla rørini, men at fáa fleiri at geva sær far um, hvar stubbar og snúsposar enda. Eru teir farnir í onnur ruskíløt, er tað minst líka gott, sigur IRF.
- Stubbar og snúsposar vóru framvegis at síggja á økinum, men allur bati bøtir, og hvør stubbi, sum ikki endar í náttúruni, munar.
Mett varð frammanundan, at umleið 30.000 stubbar og snúsposar kundu fara at liggja eftir á festivaløkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald