Innanlands

Eingin tilburður staðfestur um vikuskiftið

490 kanningar vórðu gjørdar leygardagin og sunnudagin, og allar vóru negativar – Enn er bert ein persónur smittaður í Føroyum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-19 14:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin 13. apríl varð ein persónur staðfestur smittaður við koronu við komu til Føroya, og síðan tá er eingin afturat staðfestur smittaður. Sostatt er talið á smittaðum framvegis ein.

Um vikuskiftið vórðu 490 kanningar gjørdar, og allar vóru negativar, skrivar corona.fo. Nú eru 249.000 kanningar gjørdar í Føroyum.

Viðkomandi, sum fekk staðfest smittuna fyri góðari viku síðani varð smittaður við bretska frábrigdinum B.1.1.7. Talan var um fyrsta tilburð, sum varð staðfestur í Føroyum í ein mánað. Eingin er tó smittaður innanlands í Føroyum síðan 25. januar.

Støðan er framvegis tann, at 662 persónar hava fingið staðfest koronu í Føroyum, og 660 persónar eru staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder