Innanlands

Eingin staðfestur positivur í tríggjar dagar

Talið á persónum, sum eru positivir í løtuni, er framvegis sjey – Tveir persónar eru innlagdir

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-01-23 12:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eingin persónur varð staðfestur positivur fyri covid-19 í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Hetta er triði dagur á rað, at eingin tilburður verður staðfestur.

Heldur eingin er staðfestur frískur seinasta samdøgrið, so talið á smittaðum og frískum stendur framvegis í stað.

Tilsamans hava 652 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og 644 teirra eru staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður. Sostatt er talið á positivum í løtuni framvegis sjey.

Tveir persónar eru nú innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19. 20 eru í sóttarhaldi.

Í gjár vórðu 599 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 218.082 kanningar gjørdar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder