Innanlands

Eingin smittutilburður staðfestur í gjár

Ein tilburður er tó lagdur afturat talinum, sum varð kunngjørt í gjár

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-23 13:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð eingin nýggjur smittutilburður staðfestur, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Samstundis er ein persónur afturat staðfestur frískur.

Talið á smittaðum í løtuni er tó framvegis 13, tí at tveir smittutilburðir vórðu staðfestir fyrradagin og ikki ein, sum tað annars varð sagt í gjár, skrivar corona.fo.

Samlaða talið á persónum, sum eru staðfestir smittaðir við koronu í Føroyum, er 770. Av teimum eru 756 staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.

641 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og tilsamans eru nú gjørdar 301.402 kanningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder