Innanlands

Eingin smittaður innanlands í níggju dagar

191 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og øll úrslitini vóru negativ – Framvegis eru 49 fólk smittað í løtuni

Mynd: Ólavur Frederiksen)

Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-08-30 14:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eingin er smittaður við korona innanlands í Føroyum í níggju dagar, vísa nýggjastu hagtølini frá corona.fo.

191 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og eingin smitta varð funnin í nøkrum av teimum.

Tilsamans eru 93.086 kanningar nú gjørdar í Føroyum.

411 smittutilburðir eru staðfestir í Føroyum tilsamans. Eingin er staðfestur frískur seinasta samdøgrið, og er støðan sostatt framvegis tann, at 362 eru staðfest frísk, og at 49 eru smittað í løtuni.

Tvey eru innløgd, og 80 eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder