Innanlands

Eingin kirkjugongd í morgin

Fólkakirkjan heldur seg til almennu tilmælini, men aðrar kirkjuligar tænastur verða í komandi viku

Havnar kirkja (Savnsmynd)

Havnar kirkja (Savnsmynd)

2021-06-05 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin mæltu myndugleikarnir til at vísa serligt varsemi og avlýsa øll tiltøk, har fólk koma saman, komandi vikuna, og fyri at halda seg til almennu tilmælini, hevur Fólkakirkjan avgjørt, at eingin kirkjugongd verður í morgin.

Les eisini: Steðga á í eina viku

Í fráboðan á heimasíðuna, stendur soleiðis:

Fólkakirkjan heldur seg til tey almennu tilmælini. Tí verður eingin kirkjugongd komandi sunnudag 6. juni - 1.s.e.tríeindardag.

Aðrar kirkjuligar tænastur

Sambært læknafrøðiliga mynduleikanum kunnu kirkjuligar tænastur verða í komandi viku: dópur, vígslu og jarðarferð. Víst verður til galdandi tilmæli í skrivi til sóknarprestarnar og kirkjuráð dagfest 16. apríl 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder