Innanlands

Einar’s útselt kring landið

Í teimum flestu Rúsdrekkasølunum ið hava opið nú, gingu bert fáar minuttir, áðrenn allar fløskurnar vórðu seldar. Sølufólk hava ikki uppliva líknandi áhuga áður

664 fløskur vórðu settar til keyps í Rúsunum kring Føroyar í dag. Í Tórshavn - her á myndini - vórðu tær 216 fløskurnar seldar uppá 87 minuttir (Mynd: Sverri Egholm)

664 fløskur vórðu settar til keyps í Rúsunum kring Føroyar í dag. Í Tórshavn - her á myndini - vórðu tær 216 fløskurnar seldar uppá 87 minuttir (Mynd: Sverri Egholm)

2021-02-05 13:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Einar's Single Malt Whiskey hevur higartil í dag gingið sum heitt breyð, ella ja; føroyskt whisky.

Í gjár varð kunngjørt, at Føroya Bjór var til reiðar við meira føroyskum whisky, og tá latið varð upp í teimum størstu Rúsunum í landinum klokkan 10 - í Tórshavn, í Klaksvík og í Saltangará - vóru bíðirøðir. Í heimstaðnum hjá Føroya Bjór fóru tær næstan 100 fløskurnar uppá bara 12 minuttir, og saman við Rúsuni í Saltangará fóru 144 fløskur uppá áleið 20 minuttir.

Í høvuðstaðnum var lang bíðirøð, og fram til klokkan áleið hálvgum tólv var ein stríður streymur. Eitt sølufólk í Rúsdrekkasøluni í Tórshavn sigur við Portalin, at slíkt er púra óvanligt. Yvir 200 fløskur vórðu seldar uppá ein og hálvan tíma.

Les eisini: Gravgangur eftir føroyskum whisky

Í Trongisvági var bíðirøð, tá tað latið upp á middegi. Sølukvinnan, sum vit tosaðu við, segði, at innanfyri 10 minuttir vóru allar fløskurnar av Einar's Distillery Single Malt Whisky farnar, og at hon í sínum 26 árum í starvinum ikki hevði upplivað nakað líknandi áður. 

Í Miðvági gekk ikki eins skjótt, men tær 24 fløskurnar vórðu seldar, áðrenn ein tími var farin.

[object Object]
Bíðirøð í Rúsini í Miðlon (Mynd: Sverri Egholm)

Á Norðskála varð alt skrætt burtur beinanvegin: Tær 30 fløskurnar vóru seldar, næstan beint eftir at Rúsan lat upp.

Hetta er aðru ferð, at føroyskt whisky kemur á marknaðin. Á Sandi letur Rúsan upp nú klokkan 14 og í Vestmanna klokkan 16. Har verða eisini nakrar fløskur seldar. 664 fløskur vórðu settar til sølur í Rúsunum kring Føroyar í dag. 


Yvirlit yvir sølu av Einar's Distillery Single Malt Whisky í dag:



Har, ið latið varð upp klokkan 10:


Tórshavn:  216 fløskur - útselt klokkan 11.27

Klaksvík: 96 fløskur - útselt uppá 12 minuttir

Saltangará: 48 fløskur - útselt innanfyri 10 minuttir


Har, ið latið varð upp klokkan 12:


Trongisvágur: 36 fløskur - útslet innanfyri 10 minuttir 

Miðvágur: 24 fløskur - útselt innanfyri ein tíma (áleið 50 minuttir)


Har, ið latið varð upp klokkan 13:


Norðskála: 30 fløskur - innanfyri tveir minuttir 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder