Mentan

Einar Már Guðmundsson vitjar á Bókasavninum við Løkin

Kendi íslendski rithøvundurin fer at lesa úr egnum verkum, og Bergur Djurhuus Hansen, lektari í bókmentum á Fróðskaparsetrinum, fer í samrøðu at tosa við Einar Már um skaldskap hansara. Tiltakið byrjar klokkan 19:30

2022-06-07 14:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur givið eini 30 verk út á íslendskum máli og er týddur til mong onnur mál. Millum verkini hjá 67-ára gamla manninum úr Reykjavík eru yrkingar, barnabøkur, stuttsøgur og skaldsøgur.

Millum hesar seinastu er ”Englar alheimsins”, sum legði lunnar undir, at Einar Már fekk Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 1995. Hann er útbúgvin bókmentafrøðingur frá Háskóla Íslands og Keypmannahavnar Lærda Háskúla, og í kvøld vitjar Einar Már Guðmundsson á Bókasavninum við Løkin.

Hetta skrivar runavik.fo, og um skránna stendur at borgarstjórin fer at bjóða vælkomin, rithøvundurin lesur úr egnum verkum, og Bergur Djurhuus Hansen, lektari í bókmentum á Fróðskaparsetrinum, fer í samrøðu at tosa við Einar Már um skaldsakp hansara. Í einum steðgi fer Kári Sverrisson at spæla egin løg.

- Kaffi og okkurt afturvið verður at fáa. Tiltakið er alment og ókeypis, kortini kann tilmelding vera ein fyrimunur (590779 ella [email protected]), tá ið plássini eru avmarkað. Tiltakið er íkomið av einum samstarvi millum Bókasavnið við Løkin og íslendsku Sendistovuna í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder