2025-02-26 09:55

Tað kostaði trimum persónum - serliga tí eina - heilt fitt at hava ein "ov tungan" fót á strekkinum beint áðrenn Sandavág.
Ein ferðslupatrulja hjá løgregluni stóð í gjár til reiðar við mátitólinum, tá bilar vóru á veg oman av Sandavágshálsi móti bygdini.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir í morgun, at tríggir bilførarar vórðu tiknir.
Tveir koyrdu yvir hundrað men undir 110 km/t. Fyri hetta fáa bilførarnir hvør síni klipp og og hvør sína bót.
Verri var hjá bilføraranum, sum koyrdi yvir 110 km/t. Talan gjørdist um bót og treytaða frádøming. Harvið skal viðkomandi aftur til koyriroynd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald